VÆLKOMIN TIL SÍÐUNA

Astrið Gullborgardóttir

Stand-up

Í apríl 2021 var Astrið til eitt stand-up skeið í Reinsarínum. Tað vísti seg at vera eitt gott hugskot, tí síðani tá hava longu fleiri túsund føroyingar havt gleðina av at uppliva hana á palli.

Við sínum stuttligu rørslum og útrykki fær hon áhoyraran at flenna frá byrjan til enda. Tey flenna, tí tey kenna seg aftur í teimum lívsroyndunum, sum Astrið so livandi greiðir frá.

Er tað jólafrokostur, starvsfólkadagur ella veitsla, so er Astrið eitt ‘must’ fyri at fáa eitt skemtiligt innspark.

Upplýsingar