VÆLKOMIN TIL SÍÐUNA

Smæran

Upp til 160 fólk

Høllin í Smæruni er ætlað til framløgur, framførslur og fyrilestrar av alskyns slagi. Her kanst tú fyriskipa  smærri konsertir, ymiskar framførslur, fyrilestrar og undirvísing, ein hóskandi karmur til títt fjølbroytta innihald.

Til hesi endamál hevur høllin allar hugsandi hentleikar. Ljós- og ljóðskipanin eru fyrsta floks, og hevur tú tørv á tí, so er tøkningur knýttur at hølunum. Tøkningurin hjálpir tær, soleiðis at útgerðin í Smæruni er stillað til akkurát títt tiltak. Er tørvur á aðrari útgerð, so vegleiða og hjálpa vit tykkum við røttu útgerðini og bjóða tøkniliga hjálp.

Í høllini eru tveir tulkaklivar, og smátalarar eru til hvørt setur, so lættliga ber til at hava tiltøk á fleiri málum samstundis.

Høllin hevur 120 setur. Er tørvur á fleiri sitiplássum, hava vit góðar stólar til áleið 40 fólk afturat.

Við at flyta setrini, fær høllin heilt aðrar møguleikar og hóskar til dømis væl til móttøkur og onnur tiltøk, har fólk skulu kunna flyta seg frítt, ella tá tørvur er á at sita við borð.

Hentleikar

Borð & stólar

Kanón

Ljóð og Ljóstøknið

Upplýsingar

Myndasavn