

Upp til 150 fólk
Niðri Undir er hugnaligasta staðið í miðbýnum til veitsluna. Eitt lekkurt og dempað huglag við barr, lounge øki, fussball, pool borðum, dart skivum, stórskermi og góðum ljóðannleggi, og so er ein teldil tøkur, har tit sjálvi kunnu seta tónleik á, um tit ynskja.
Hølini eru á veghædd við útgongd beint út til forgarðin, sum hevur hálvtak, borð og sitipláss uttanfyri.
Er væl egnað til bæði smærri og størri hópar. Við møguleika fyri matveiting.
Niðri Undir Landskrona kann hava borðuppseting til 60 persónar. Og upp til 100 persónar, um vit taka ovaru hæddina uppí.
Er talan um sjálvtøkuborð uttan borðhald, er pláss fyri 150 persónum.
Send teldupost á nidriundir@landskrona.fo fyri bílegging ella ring 211036 við fyrispurningi.
Hentleikar

Borð & stólar

Ljóð og Ljóstøknið

Matveiting
