
Í Høllini á Hálsi er møguleiki at spæla hondbólt, flogbólt, innandura fótbólt, badminton o.a.
Eisini ber til at hava tiltøk, so sum konsertir og messir.
Hesi kunnu læna og leiga hallir og vøllir í Tórshavnar kommunu:
- Feløg og felagsskapir
- Persónar yvir 18 ár
- Fyritøkur
- Skúlar, frítíðarskúlar og aðrir almennir stovnar
Skalt tú hava fasta tíð, mást tú vera búsitandi í kommununi. Kravið um at vera búsitandi í kommununi er bara galdandi, tá tú bókar afturvendandi tíðir í bókingarskipanini. Bókar tú einstakar tímar, noyðist tú ikki at vera búsitandi í kommununi.
Hentleikar

Atkomuvinarligt

Borð & stólar

Goymslurúm

Ítróttar-útgerð

Kanón

Køkur

Ljóð og Ljóstøknið

Mikrofon
