VÆLKOMIN TIL SÍÐUNA

Bygdarhúsið í Leirvík

Upp til 300 fólk

Umhugsar tú eitt brúðleyp, silvur brúðleyp, gull brúðleyp, rundan føðingardag, bingo, ella eina veitslu av øðrum slag, ja so hevur Bygdarhúsið í Leirvík karmarnar til, at skipa fyri tíni dreymaveitslu. Bygdarhúsið í Leirvík lat upp 8. mai 1986. Húsið er síðani útbygt og pláss er fyri nógvum fólkum í hølunum. Bygdarhúsið verður nýtt til nógv ymisk tiltøk og er serliga vælegnað til stórar veitslur. Hølini verða nýtt til veitslur av ymiskum slag, men ígjøgnum árini hava eisini verið tiltøk av øðrum slag, s.s. bingo, møtir, ervi, fundarvirksemi, konsertir, sólarkaffi o.a. Síðani Bygdarhúsið fyrstuferð opnaði, hevur tað verið sera nógv virksemi í húsinum, tí er tað skilagott at bóka hølini í góðari tíð, um tú vilt verða heilt sikkur í, at tey eru tøk til títt dato. Tað eru pláss fyri umleið 300 gestum í senn, tá bæði ovara og niðara høli er í brúk.

Hentleikar

Atkomuvinarligt

Borð & stólar

Goymslurúm

Kanón

Ljóð og Ljóstøknið

Matveiting

Mikrofon

Tænarar

Upplýsingar

Myndasavn